Føroyskur búskapur - Hákonjunktururin hevur fingið ferðina aftur
Greining - Novembur 2021 - nr. 27

Sera lítið arbeiðsloysi og høgur vinnutíttleiki hevur elvt til, at trot er á ar-beiðsmegi í Føroyum. Samstundis byggja batnaðu útflutningsútlitini upp undir framhaldandi hákonjunkturin. Langskygdur fíggjarpolitikkur kann styrkja mótstøðuførið hjá búskapinum. Í góðum tíðum má sparast saman til verri tíðir. Samstundis er av týdningi, at javnvág er millum útreiðslur og inntøkur í framtíðini, tá ið fleiri eldri vera í Føroyum.