Analyser fokuserer på aktuelle emner, som er særlig relevante for Nationalbankens formål. Analyserne kan også indeholde Nationalbankens anbefalinger. Her finder du bl.a. vores prognose for dansk økonomi og vores vurdering af den finansielle stabilitet. Analyser henvender sig til dig, der har en bred interesse for økonomiske og finansielle forhold.
Fíggjarpolitiskar ætlanir kunna vaksa um mótstøðuførið í føroyska búskapinum
Føroyski búskapurin er í framgongd við lágum arbeiðsloysi og høgum arbeiðsvirkni. Stóri prísvøksturin seinnu árini og stóra trýstið á arbeiðsmarknaðin hava elvt til, at avtalur um stóran lønarvøkstur eru undirskrivaðar í fleiri sáttmálasamráðingum seinasta árið. Hákonjunktururin hevur vart í fleiri ár, men tað hevur ikki verið orsøk til nevnivert yvirskot á figgjarlógini. Í einum rættiliga einstáttaðum búskapi sum tann føroyski, er umráðandi, at dentur verður lagdur á at føra ein fíggjarpolitikk, sum fremur støðufesti, og har góðu tíðirnar verða nýttar til at fyrireika seg til komandi avbjóðingarnar. Í fíggjargeiranum eru bankarnir betur tilbúnir til at standa ímóti møguligum kreppum, enn áður.
Høvuðsboðskapir
Hví er tað týdningarmikið?
Danski tjóðbankin er miðbanki í ríkisfelagsskapinum. Vit greina leypandi gongdina í grønlendska og føroyska búskapinum. Tað gera vit m.a. fyri at røkka okkara endamáli at tryggja støðugar prísir og fyri at fáa besta grundarlag fyri at meta um, hvørt samfelagsbúskaparligir ójavnar eru undir umbúnað.
Høvuðsmynd
Um Føroyar